FSF Varpið: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, sum væntar ein heimasigur, tveir javnleikir og tveir útisigrar í 2. umfari í Betri Deildini hjá monnnum
Leygardagin 17. mars verður fult umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Í Gundadali møtast HB og Víkingur, og í Runavík spæla NSÍ og KÍ. Skála fær vitjan av B36, meðan 07 Vestur tekur ímóti TB/FCS/Royn. Fimti dysturin verður á Hólmanum á Eiði millum EB/Streym og AB.
Í Havn verður byrjað klokkan 15:00, meðan dystirnir í Runavík, á Skála og í Sørvági verða floytaðir í gongd kl. 16:00. Á Eiði verður fyrsta spark kl. 17:00.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð, at meta um teir fimm dystirnar í 2. umfari, er Oddbjørn Joensen. Og sambært klaksvíkinginum í Havn fáa vit ein heimasigur, tveir javnleikir og tveir útisigrar.
Í sendingini kunngera vit eisini vinnarin av bóltinum, sum fleiri av stóru profilunum í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini hava sett sín autograf á. Harafturat eru øll málini í 1. umfari í fremstu deildini hjá monnum at síggja í FSF Varpinum.