Um vikuskiftið verður 3. umfar í EFFO-deildini spælt. Oddbjørn Joensen, ið er gestur í FSF Varpinum hesaferð, væntar fimm spennandi dystir

Leygardagin klokkan fimm verður hol sett á 3. umfar í EFFO-deildini, tá B36 og NSÍ fara á vøllin í Gundadali. Hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin. Klokkan trý byrja dystirnir millum ÍF og HB, og Víking og Skála, og klokkan fýra spæla 07 Vestur – KÍ og EB/Streymur – TB/FCS/Royn.

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð at meta um 3. umfar, er Oddbjørn Joensen. Og Oddbjørn væntar fimm spennandi dystir, men roknar kortini við onkrum greiðum vinnara.