VIDEO / FSF Varpið: Mikukvøldið varð oddadysturin í 1. deild hjá kvinnum spældur á Skála, har felagsliðið EB/Streymur/Skála hevði vitjan av KÍ. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1
Spenningurin í fremstu deildini hjá kvinnum er varðveittur, eftir at triðji dysturin í ár millum felagsliðið EB/Streymur/Skála og KÍ endaði við javnleiki. Hesaferð gjørdist úrslitið 1-1.
Í FSF Varpinum ber til at síggja málini, sum Birna Johannesen (EB/Streymur/Skála) og Olga Kristina Hansen (KÍ) skoraðu.
Støðan í 1. deild hjá kvinnum í løtuni er hon, at EB/Streymur/Skála hevur 36 stig fyri 14 dystir, meðan KÍ hevur 33 stig fyri 13 dystir.