Fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt sunnudagin, og við greiðum sigri á B68, heldur HB fast í oddasessinum. Men kappingin um fremsta plássið er hørð
Hørð kapping er um fremsta plássið í Betri Deildini hjá kvinnum. Eftir 11 umfør hevur HB 28 stig, føroyameistararnir frá í fjør, EBS/Skála hevur 27 stig, meðan KÍ er á 3. plássi við 25 stigum.
Sunnudagin var fult umfar á skránni. Á Svangaskarði á Tofum vann HB 9-1 á B68, og í Gøtu vann KÍ 5-1 á felagsliðnum hjá ÍF/Víkingi. Triðji dysturin var í Havn, har EBS/Skála vann 3-0 á B36.
Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll málini í dystinum millum B68 og HB.