VIDEO: Her ber til at síggja øll málini í fýra av fimm dystum í 9. umfari í 1. deild hjá monnum
Við sannførandi sigrum í 9. umfari í 1. deild hjá monnum halda 07 Vestur, Skála og B68 fast um fremstu plássini í næstbestu deildini. Og samstundis sum oddaliðini vunnu sínar dystir, tapti B71 fyrsta landskappingardystin í ár.

Úrslitini í 9. umfari:
07 Vestur – B71 3-1
B68 – AB 3-0
B36 – NSÍ 0-5
Skála – MB 5-1
KÍ – Víkingur 1-0

Í FSF Varpinum hesaferð eru øll málini frá dystunum millum B68 og AB, Skála og MB, 07 Vestur og B71 og KÍ og Víking.