Eftir aðalfundin, sum varð hildin 18. februar, eru allar undirnevndirnar í FSF nú skipaðar. Millum annað er ein kvinna nú at finna í dómaranevndini

Oda Andreasen er nýggjur limur í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað er eisini í tráð við nýggju strategiina hjá FSF, at fáa fleiri kvinnur at døma og verða partur av fótbóltinum í Føroyum.

 

– Tað er eingin loyna, at vit hava brúk fyri nógv fleiri kvinnuligum dómarum, og sum heild kvinnum í fótbóltinum. Vónandi kann hetta seta meir ferð á tað arbeiðið, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF.

 

Oda Andresen hevur drúgvar royndir og hollar førleikar sum dómari. Oda hevur tikið øll dómaraskeiðini hjá FSF, og hevur síðani 2013 dømt í bestu kvinnudeildini, umframt at hon eisini hevur verið hjálpardómari í onkrum dystum í 2. deild hjá monnum.

 

Í næstum er ætlanin at fara undir átøk, ið skulu fáa fleiri kvinnur at gerast virknar sum fótbóltsdómarar, og sambært dómaraleiðaranum hjá FSF, er stórur mangul á hesum økinum.

 

– Sum støðan er í dag, so hava vit av álvara brúk fyri fleiri kvinnuligum dómarum. Tað eru alt ov fáar, ið bjóða seg fram, men vónandi kemur vend í heilt skjótt, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.