8. januar byrjaði nýtt A-venjaraskeið hjá FSF. 18 venjarar taka lut, og um alt gongur sum ætlað, fáa hesir prógv í juni 2017
– Tað er altíð hugaligt, at spælarar, tá teirra fótbóltsleið nærkast endanum, hava hug at gerast venjarar. Orðini eigur Petur Simonsen, útbúgvingarráðgevi hjá Fótbóltssambandi Føroya, og sum eisini hevur ábyrgdina av A-venjaraskeiðnum.

8. januar fóru 18 venjarar aftur á ”skúlabonk” hjá FSF, og komandi hálva annað árið er UEFA A-venjaraskeið á skránni. Og fleiri av teimum, sum eru við á skeiðnum, eru frammanundan kend andlit í føroyska fótbóltsheiminum.

A-venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya er góðkend av UEFA, og skipað sambært leiðreglunum hjá europeisku fótbóltssamgonguni. Prógvið gevur tí UEFA A-lisens.

At vera venjari hjá elituni setir stór krøv, bæði fakliga og menniskjansliga. Mongu og fjølbroyttu uppgávurnar hjá venjarunum krevja holla og góða útbúgving.

A-venjaraútbúgvingin leggur seg eftir at geva luttakarunum førleikar, ið eru viðkomandi hjá venjarunum, ið arbeiða við fremstu liðunum – bæði úti í feløgunum ella um arbeitt verður við landsliðunum.