Aftur í ár útgevur FSF blað um kappingarárið, ið stendur fyri framman. Blaðið fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið, og til dystirnar í 1. umfari í Betri Deildini
Fótbóltsblaðið 2018 er útkomið. Talan er um ókeypis blað á 80 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við kappingarárið, sum nú av álvara fer av bakkastokki.
Í blaðnum eru samrøður við spælarar og venjarar fyri øll liðini í Betri Deildini, umframt at átta føroysk miðlafólk meta um, hvat vit kunnu vænta okkum av kappingini í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum í ár.
Í Fótbóltsblaðnum 2018 verður kikarin eisini settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins spælir í 1. ella 2. deild. Í blaðnum verður eisini varpað ljós á ungdómslandsliðini, kvinnufótbólt og dómararnar, ið alt er ein stórur og týðandi partur av FSF og føroyskum fótbólti.
Hetta er fimta árið á rað, at FSF gevur ”Fótbóltsblaðið” út.
Fótbóltsblaðið 2018 fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið. Harafturat verður blaðið eisini at fáa við vøllirnar á Argjum, í Gundadali, við Stórá, á Eiði, á Toftum og í Sarpugerði í Norðragøtu, í samband við fyrsta umfar í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum.