Aftur í ár útgevur FSF blað um kappingarárið, ið stendur fyri framman. Blaðið fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið, og til dystirnar í 1. umfari í EFFO-deildini

Fótbóltsblaðið 2017 er nú komið. Talan er um ókeypis blað á 76 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við kappingarárið, sum nú av álvara fer av bakkastokki.
 

Í blaðnum eru samrøður við spælarar og venjarar fyri øll liðini EFFO-deildini, umframt at Helgi L. Petersen og miðlarnir meta um, hvat vit kunnu vænta okkum av kappingini í fremstu deildini hjá monnum í ár. 
 

Í Fótbóltsblaðnum 2017 verður kikarin eisini settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins spælir í 1. ella 2. deild. Í blaðnum verður eisini varpað ljós á ungdómslandsliðini, kvinnufótbólt og dómararnar, ið alt er ein stórur og týðandi partur av FSF og føroyskum fótbólti.
 

Hetta er fjórða árið á rað, at FSF gevur ”Fótbóltsblaðið” út, og hesaferð er tað Tórbjørn Jacobsen, ið skrivar “klummuna”.
 

Fótbóltsblaðið 2017 fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið, og til fyrsta umfar í EFFO-deildini, verður blaðið eisini at fáa við vøllin í Klaksvík, í Gøtu, við Løkin í Runavík, í Gundadali og við Stórá á Tvøroyri.