Nú er greitt, hvørji lið hava spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

——————

Fríggjadagin og leygardagin var 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og tá avtornði vóru tað HB, Skála, EB/Streymur, NSÍ, B68, B36, 07 Vestur og AB, ið spældu seg víðari í kappingini.

Leygarkvøldið var Allan Mørkøre gestur í sjónvarpsstovuni hjá Televarpinum, og hann fekk heiðurin at trekkja lut um, hvussu liðini møtast í fjórðingsfinalunum. Tað gjørdi hann so mikið væl, at talan verður um fýra sera spennandi dystir, sum vera um hálvatriðju viku.

EB/Streymur trekti heimavøll móti Skála, og í Havn verður grannauppgerð millum B36 og HB. Eisini á Toftum verður grannauppgerð á skránni, har B68 fær vitjan av NSÍ, og á Argjum hittast AB og 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar vera týsdagin 9. og mikudagin 10. mai. Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 28. juni og 27. september, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. november.