Í samband við at nýggjur nethandil er latin upp á heimasíðuni hjá FSF, ber nú til at keypa nýggju føroysku landsliðsblusuna
Tá føroyska A-landsliðið við monnum møtti Kosovo tíðliga í juni mánað, var tað í nýggja búnanum, ið føroysku landsliðini fara at spæla í komandi tvey árini.

Og nú nýggj HM-undankapping byrjar, letur nýggjur nethandilin eisini upp á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.

Í nethandilinum ber til at keypa nýggja búnan, sum fæst bæði til børn og vaksin.