UEFA hevur í dag kunngjørt, at Nations League kappingarleisturin nú eisini verður settur í verk á kvinnusíðuni
Nú verða fleiri av dystunum hjá A-landsliðnum við kvinnum móti londum, sum eru í somu styrkislegu sum Føroyar. Tað er í stuttum endamálið við, at UEFA nú hevur tikið endaliga avgerð um at leggja kappingarleistin fyri kvinnulandsliðini um til Nations League-formatið, og liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen, tekur sera væl ímóti tíðindunum.
– Hesari avgerðini hava vit bíðað eftir við spenningi, og eri glað fyri, at vit nú ordiliga kunnu síggja fram til ein nýggjan kappingarleist. Tað er sjálvandi eisini stórt og spennandi at sleppa at spæla móti teimum bestu í Evropa, sum vit jú hava gjørt nógv seinastu árini. Men við hesum leistinum fara vit alt annað líka at fáa nógv fleiri tættar dystir, har vit veruliga kunnu spæla við og gerast betri sum lið, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.
Evropeiska fótbóltssamgongan kunnger í dag, at kvinnurnar frá komandi landsliðsári at rokna fara at spæla Nations League kapping, og at undankappingarnar til stóru endaspølini (EM og HM) eisini verða spæld eftir sama leisti í framtíðini. Spælt verður eftir sama leisti, sum vit longu kenna tað frá manssíðuni, men á kvinnusíðuni verður talan um tríggjar deildir.
Í A-deildini verða 16 tey ovastu liðini á styrkislistanum koyrd í fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum, og tað sama verður galdandi í B deildini, har 16 tey næstu liðini á styrkislistanum verða at finna. Restin av londunum – tað eru í løtuni 19 lond – fara at spæla í C deildini, har tað vera fýra bólkar við fýra londum og ein bólkur við trimum. Føroyar eru í løtuni nummar 100 á FIFA styrkislistanum og byrja sostatt nýggja kappingarleistin í C deildini.
Til ber at lesa meira um nýggja kappingarleistin her. Lutakast til fyrstu Nations League kappingina hjá kvinnum verður í mars mánaða.