“Landsliðsbúðin” er navnið á nýggja handilinum, sum mánadagin 2. november letur upp í niðastu hædd í FSF-húsinum við suðurendan av Tórsvølli

——————

Tá føroyska fótbóltslandsliðið vann gull á Oyggjaleikunum í 1989, vóru føroysku spælararnir í klæðum frá UMBRO. Síðan hava okkara fótbóltslandslið spælt í HUMMEL, ADIDAS og PUMA.

Men seinastu trý árini hevur MACRON prýtt føroysku landsliðsspælararnar, og tað er í samstarvi við italsku klædnafyritøkuna, at Fótbóltssamband Føroya mánadagin tann 2. november fer at lata nýggjan fjepparahandil upp í niðastu hædd í FSF-húsinum við suðurendan á Tórsvølli.

Handilin, ið fær navnið “Landsliðsbúðin”, fer at hava opið gerandisdagar frá klokkan 11 til 17, og har verður møguleiki at keypa landsliðstroyggjur, sjorts, hosur, venjingarklæðir, húgvur, skinnarar, handskar, regnklæðir og aðra fótbóltsútgerð, ið er meinlíkt tí, sum føroysku landsliðini brúka til venjingar og dystir.

Í samband við at “Landsliðsbúðin” letur upp, verður skipað fyri tíðindafundi í nýggju handilshølunum, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, fer at kunngerða hópin til venjingardystin móti Litava, sum verður í Vilnius mikudagin 11. november, og UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Malta, sum verða ávikavist 14. og 17. november.

Landsliðsbúðin letur upp fyri almenninginum mánadagin 2. november klokkan 11:00. Tað verður tó framhaldandi eisini møguligt at keypa landsliðsvørur í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.