Umsitingin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august
——————
Hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið?
Hesin spurningur skuldi verið svaraður mikukvøldið 19. juni, tá Víkingur tók ímóti HB í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu.
B36 hevði fyrr á degnum vunnu 3-0 á TB (3-1 samanlagt), og nú bíðaðu øll eftir, hvat hitt finaluliðið fór at vera.
HB vann fyrru hálvfinaluna móti Víkingi við einum máli móti ongum. So teir reyð-svørtu høvdu ein lítlan fyrimun, tá seinna hálvfinalan var sett í gongd.
Men tá ein stórur tími var spældur, valdi dómarin, Eiler Rasmussen at slíta dystin. Vindurin var tá blivið so mikið nógvur, at tað var heilt einfalt ikki spælandi í Sarpurgerði. Støðan var tá javnleikur 1-1 (2-1 til HB samanlagt).
Sambært grein 34, stk. 2 í kappingarreglugerðini hjá Fótbóltssambandi Føroya, kann dómarin, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í eina tíma.
Verður dysturin ikki tikin upp aftur, er tað umsitingin hjá FSF, ið ásetur nýggjan dyst. Og nú er greitt, at nýggjur dystur skal spælast, og tað verður hósdagin 22. august klokkan 17:30.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.