Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna eina nýggja UEFA C venjaraútbúgving, sum er í trá við krøvini frá UEFA Coaching Convention.
Hetta arbeiði er nú komið so mikið langt, at C útbúgvingin hjá FSF er blivin góðkend av UEFA, og fyrstu skeiðini eru sett á skrá.
Í samrøðuni niðanfyri greiðir Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, frá nýggju venjaraútbúgvingini.