Føroysku landsliðini fara í komandi undankappingum at spæla í adidas. Nýggja avtalan er galdandi næstu fýra árini

——————

Saman við níggju øðrum evropeiskum londum er Fótbóltssamband Føroya farið undir samstarv við adidas.

Avtalan, ið er galdandi næstu fýra árini, er partur av UEFA Kit Assistance Scheme skipanini, og inniber, at bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið fara at spæla í adidas í komandi undankappingum.

Skipanin fevnir um Andorra, Belarus, Føroyar, Kýpros, Kasakstan, Kosovo, Liktinstein, Norðurmakedónia, Malta og San Marino

UEFA Kit Assistance Scheme skipanin varð sett á stovn í 2007, og hevur til endamáls at útvega landsliðunum dygdargóð dystar- og venjingarklæðir, ið eru sniðgivin í tøttum samstarvi við hvørt einstakt fótbóltssamband, samstundis sum tey endurspegla søguna og fótbóltsmentanina í londunum.

Um ein góðan mánað skulu bæði kvinnu- og manslandsliðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 5. juni spæla kvinnurnar HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia, og leygardagin 6. juni spælir manslandsliðið venjingardyst móti Estlandi.

Hjá monnunum er talan um fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup 2026. Seinni dysturin í Baltic Cup verður týsdagin 9. juni, ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

Myndir: adidas.com