Av teimum 11, sum tóku B-venjaraútbúgving í ár, eru fýra kvinnur. Ein teirra er landsliðsleikarin Jacoba Langgaard, og hon vónar, at fleiri kvinnur vilja taka venjaraleiðina


Í ár hava søguliga nógvar kvinnur lokið UEFA B-venjaraprógv. Jacoba Langgaard, Rannvá B. Andreasen, Elisabeth Haraldsen og Bára Joensen hava allar lokið útbúgvingina í heyst, og frammanundan vóru fimm kvinnur á listanum yvir venjarar við UEFA B prógvi.

Men enn er tørvur á fleiri kvinnuligum venjarum. Tí tekur FSF nú, saman við UEFA, stig til átakið “Venjaraleiðin”, har kvinnur við B1 prógvi kunnu søkja um luttøku. Til ber at lesa meira um Venjaraleiðina og kunna seg um umsóknarfreistina niðanfyri.

Í sjónbandinum niðanfyri kanst tú eisini hoyra Jacobu greiða frá, hvussu venjaraútbúgvingin er samansett og hennara motivatión fyri at taka útbúgvingina. 

Jacoba Langgaard er ein av níggju føroyskum kvinnum við B-prógvi. Fotografur: Bjarni Enghamar