Við 4-2 sigri á HB í finaluni, vann NSÍ ársins steypakapping hjá kvinnum. Málini hjá NSÍ gjørdu Ansy Sevdal Jakobsen, Laila Pæursdóttir og Heidi Sevdal, ið skoraði tvey
——————
Leygardagin varð føroysk fótbóltssøga skrivað á Tórsvølli, tá fremstu kvinnuliðini hjá NSÍ og HB brustu saman í steypafinaluni.
Úrslitið gjørdist 4-2 til NSÍ, og er hetta fyrstu ferð, at felagið úr Runavík vinnur steypakappingina hjá kvinnum.
Ansy Sevdal Jakobsen og Laila Pætursdóttir syrgdu fyri, at NSÍ var á odda við tveimum áðrenn steðgin. Tíðliga í seinna hálvleiki svaraðu HB og Ása Carlsen aftur, men bara tríggjar minuttir seinni økti Heidi Sevdal til 3-1, og tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla skoraði Heidi til 4-1. Elin Maria Isaksen fekk minkað um munin til 4-2, men nærri komu tær reyð-svørtu ikki.
Aftaná dystin bleiv liðskiparin hjá NSÍ, Ansy Sevdal Jakobsen kosin til dagsins leikara.
Myndir: Bjarni Enghamar