Tey bæði finaluliðini í steypakappingini hjá kvinnum hava víst stóra styrki á vegnum til Tórsvøll, sum verður karmur um finaluna


Tey hava bæði verið sannførandi á leiðini til finaluna í steypakappingini 2023, og við stórum sigrum í hálvfinalunum báðum hava NSÍ og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni, sum verður spæld 7. oktober.

NSÍ byrjaði ársins steypakapping við einum trivaligum 4-0 sigri á 07 Vestur í fjórðingsfinaluni, og í hálvfinaluni slógu tær Víking út við samanlagt 9-1 í tveimum dystum. Fyrra hálvfinalan endaði 4-1 til vespurnar, og í seinnu hálvfinaluni gjørdu tær arbeiðið væl og virðiliga liðugt við at vinna heili 5-0 í Sarpugerði.

Leiðin hjá KÍ til finaluna hevur varað ein dyst longri, tí meistararnir fyrst skuldu spæla innleiðandi umfar móti 1. deildarliðnum ÍF. Tann dysturin endaði við 12-0 sigri til klaksvíkskvinnur, sum síðan møttu hinum finaluliðnum frá 2022, HB, í fjórðingsfinaluni.

Her gjørdist talan um truplasta dystin hjá teimum kongabláu higartil í steypakappingini, og einasta málið í dystinum kom ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Tóra Mohr sendi KÍ í hálvfinaluna, har B36 bíðaði.

Hóast árstalsfelagið fleiri ferðir í ár hevur bjóðað KÍ væl av í landskappingini, so hevur oddaliðið spælt tvær ósvikaligar hálvfinalur, sum samanlagt endaðu 10-1 til KÍ. Fyrri dysturin í Klaksvík endaði 5-0, og í gjárkvøldið varð lagt afturat við 5-1 sigri í Gundadali.

Steypafinalan 2023 stendur sostatt millum oddaliðið, sum eisini longu hevur tryggjað sær meistaraheitið og nummar tvey í landskappingini, og lagt er tí upp til eitt spennandi brak á Tórsvølli leygardagin 7. oktober.