Við einum teprum, men samstundis uppibornum 2-1 sigri á KÍ, vann NSÍ leygarkvøldið steypafinaluna hjá kvinnum

——————

Í ársins landskapping hevur eingin staðið KÍ kvinnunum kurl, og tað er nú nakað síðani, at FM heitið kom í hús í Klaksvík. Men leygarkvøldið máttu tær kongabláu taka til takkar við silvurkrónum í steypakappingini. Í finaluni møttust NSÍ og KÍ, og úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ.

Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Eftir lítlan hálvan tíma legði Durita Hummeland KÍ á odda, men leiðslan helt bara í tríggjar minuttir, tá Lena Olsen javnaði til 1-1.

Tað, ið eftir var av dystinum, vóru tað runavíkskvinnur, ið høvdu teir størstu málmøguleikarnar, men Ólavu Allansdóttir Joensen í KÍ málinum stóð avbera væl, og tí var neyðugt við umdysti.

NSÍ helt fram við at trýsta, og tá 108 minuttir vóru spældir bragdaði hjá teimum gulu og svørtu. Dómarin dømdi brotsspark til NSÍ, sum Dania Andrassardóttir Olsen setti trygt í netið, og fyri aðru ferð í søgu felagsins hava vespurnar vunnið steypakappingina hjá kvinnum. 

Aftaná dystin varð Sara Samson Lamhauge hjá NSÍ kosin til dagsins spælara.

Myndir: Bjarni Enghamar