Sjálvt um okkara U21-landslið stríddist manniliga, so eydnaðist tað Norðurmakedónia at vinna 2-1 á Tórsvølli tíðliga seinnapartin týsdagin. Petur Knudsen skoraði føroyska málið

——————

Petur Knudsen minkaði um munin til 2-1 stutt fyri leiklok, men nærri kom føroyska liðið ikki, og Noðurmakedónia fór tí avstað við sigrinum og øllum stigunum.

Sum heild var talan um ein javnan fyrra hálvleik, men tá eitt stórt korter var spælt, komu gestirnir á odda, og 0-1 stóð á máltalvuni, tá liðini fóru at hvíla seg.

Eftir steðgin settu okkara seg alt meir á spælið, og komu eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar. Men seinasta strekkið inn um norðurmakedónsku strikuna vildi bólturin ikki. Í staðin øktu norðurmakedónar tíggju minuttir fyri leiklok, og so varð brekkan brættari.

Ein kundi nú halda, at okkara spælarar fullu í fátt. Soleiðis bleiv als ikki – heldur tvørtur ímóti, og tá fimm minuttir vóru eftir at spæla eydnaðist Peturi Knudsen at minka um munin.

Trýstið á málið hjá gestunum vaks nú enn meir, men norðurmakedónar riðu stormin av, og kundu fegnast um enn ein sigur á Føroyum.

Næsta uppgáva hjá okkara U21-liðið er tann 8. oktober, tá oddaliðið í bólkinum, Spania kemur á vitjan.

Myndir: Bjarni Enghamar