Norðurlendsku fótbóltssambondini stuðla Aleksander Ceferin at stilla uppaftur til UEFA forseta næstu fýra árini. Forsetavalið verður í februar komandi ár

Seinasta vikuskiftið hittust tey seks norðurlondini til árliga Norðurlandafundin, sum í ár bleiv hildin í Helsinki í Finnlandi.

 

Á fundinum varð full semja millum forsetarnar í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noreg og í Svøríki at kunngerða teirra stuðul til Mr. Aleksander Ceferin, sum framhaldandi foresta fyri Evropeiskan fótbólt komandi fýra árini.

 

Øll Norðurlendsku fótbóltssambondini hava í dag kunnað UEFA umsitingina um stuðulin til Aleksander Ceferin.

 

Forsetavalið í evropeisku fótbóltssamgonguni verður á 43. UEFA aðalfuninum, sum verður í Rom í Italia tann 7. februar 2019.