Við stuðli úr Føroyum og Íslandi hava Finland, Svøríki, Norra og Danmark bjóðað seg fram sum vertir fyri EM endaspælinum fyri kvinnur í 2025


Norðurlondini hava latið UEFA sítt boð til at hýsa EM endaspælinum í 2025 undir heitinum “Nordics 2025”. Í uppskotinum verður lagt upp til, at dystirnir í endaspælinum skulu spælast í átta stórbýum í teimum fýra londunum: Helsinki og Tamperre í Finlandi, Stockholm og Gøteborg í Svøríki, Oslo og Bergen í Norra og Keypmannahavn og Odense í Danmark.

Samanlagt verða fleiri enn 800.000 atgongumerki sett til sølu, og verða norðurlond kosin sum vertir, so verður EM finalan 2025 spæld á Friends Arena í Stockholm, har pláss er fyri áleið 50.000 áskoðarum.

Umframt norðurlond hava eisini Frakland, Pólland og Sveis bjóðað seg fram at hýsa endaspælinum. Starvsnevndin hjá UEFA tekur støðu til umsóknirnar og fer at kunngera vinnandi boðið 25. januar 2023.