U17-landsliðið við gentum tapti 3-0 fyri Norðurírlandi, tá annað umfar í EM-undankappingini varð spælt sunnudagin
——————
Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Ísrael, tapti eisini annan dystin í kappingini.
Í fyrsta dystinum máttu okkara gentur lúta fyri 2-0 fyri ísraelsku vertunum, og sunnudagin var Norðurírland ein av stórur biti. Norðurírsku genturnar vunnu 3-0, eftir at tær vóru á odda við einum máli í steðginum.
Seinasta umfar verður spælt mikudagin, og tá er mótstøðuliðið Luksemborg, ið eisini hevur tapt báðar dystirnar í kappingini. Luksemborg tapti 2-1 fyri Norðurírlandi, og 5-1 fyri Ísrael.