Tá freistin at søkja størvini sum Fótbóltsmennari var farin, hevði FSF móttikið 30 umsóknir. Eftir ætlan verða størvini sett um hálvan oktober
– Áhugin fyri fótbóltsmennarastørvunum hevur verið stórur, og vit hava fingið nógvar og góðar umsøkjarar at velja ímillum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Tá freistin, ið var týsdagin 6. september, at søkja størvini sum Fótbóltsmennari hjá FSF var farin, vóru 30 umsóknir komnar inn.
Uppgávan hjá teimum fýra fótbóltsmennarunum verður at menna førleikarnar hjá ungum spælarum í feløgunum kring landið. Harumframt skulu mennararnir virka sum venjarar hjá ungdómslandsliðunum, hjá bæði gentum og dreingum, og kvinnum og monnum.
– Vit fara nú í gongd við eina setanartilgongd, og vit stremba eftir at seta fólkini endaliga um miðjan oktober, sigur Pætur Clementsen.
Niðanfyri ber til at síggja sendingina, tá tekniski stjórin var gestur í FSF Varpinum og greiddi frá um Fótbóltsmennarastarvið.