Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi hevur gingið væl, men tað vera eisini nógvir fremmandi fjepparar á Tórsvølli til komandi dystir
——————
A-landsliðið við monnum hevur tveir HM-undankappingardystir á skránni í hesum umfarinum. Leygardagin 9. oktober móti Eysturríki á Tórsvølli, og týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan.
Og tað er okkurt, ið bendir á, at tað verður fult kring vøllin til komandi dystir. Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og higartil eru 3.500 atgongumerki seld til landsdystin móti Eysturríki, og eini 3.700 til dystin móti Skotlandi.
Men fjeppararnir hjá gestunum verða eisini væl umboðaðir á Tórsvølli hesaferð. Úr Eysturríki frættist, at eini 300 áskoðarar koma við landsliðnum til Føroya, og úr Skotlandi eru boðini, at øll 550 atgongumerkini, ið skotar hava fingið, eru seld. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.