Árliga Grassrootsvikan, har fokus verður sett á umráðandi boðskapin “Fótbóltur fyri øll”, var í ár í døgunum 10. til 17. september
Fleiri feløg høvdu tiltøk, sum onkursvegna hóska til hugtakið “Fótbóltur fyri øll”. Flestu tiltøkini vóru í sjálvari Grassrootsvikuna, men onnur tiltøk vóru eisini, sum av ymiskum orsøkum blivu fyriskipaði aðrar dagar.
Umframt tiltøk, sum feløg skipaðu fyri, so bjóðaði FSF vøggustovum og barnagørðum til ein fótbóltsdag á Tórsvølli, sum var hósdagin 15. september. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført í heldur váta veðrinum á Tjóðarleikvøllinum.
MYNDIR / Vøggustovu- og barnagarðsbørn á Tórsvølli
Endabresturin á Grassrootsvikuni var leygardagin 17. september, tá Fótbóltssamband Føroya bjóðaði børnum at venja saman við A-landsliðnum við kvinnum. Yvir 30 børn møttu – fleiri saman við foreldrum – og fingu øll eina frálíka løtu á Tórsvølli, har leikarar á kvinnulandsliðnum stóðu fyri venjingini. Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum.
MYNDIR / Børn og ung saman við kvinnulandsliðnum
Sum nevnt, so vóru eisini fleiri feløg, ið skipaðu fyri tiltøkum, ið samband við Grassrootsvikuna. Niðanfyri er frágreiðing um tey tiltøk sum vóru, umframt myndir.
Frágreiðing frá Klaksvíkar Ítróttarfelag, KÍ
Mikudagin 25. mai skipaði Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri afturvendandi tiltakinum "Fótbóltur fyri øll".
Meira varð gjørt burturúr í ár enn vanligt. Skipað varð fyri felags upphiting og tónleiki í samband við bóltspølini, sum venjarar felagsins skipaðu fyri. Tiltakið endaði við at Árni Müller frá Gepetto grillaði pylsur til tey luttakandi. Tiltakið eydnaðist sera væl, tað vóru einir 200 luttakarar, og har í millum var luttøka frá ÍSB.
Fleiri myndir frá tiltakinum í Klaksvík kunnu síggjast her:
http://ki.fo/vodafone-deildin-mainmenu-206/1532-fotboltur-fyri-oll-2.html
Frágreiðing frá Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF
“Fótbóltur fyri øll” hjá ÍF var hildið mikudagin 31. august í sambandi við, at mentunarvika var í Fuglafirði.
Endamálið var at fáa øll, sum høvdu okkurt samband við ÍF, at vera vælkomin, væl vitandi,
at tá málbólkurin spennir so víða, so skuldu nógvar góðar kreftir til at fáa tilltakið at
eydnast.
Við góðari hjálp frá ungdómsnevndini hjá ÍF, ÍF-stuðlum, ÍF-leikarum, ÍF-eldsálum, foreldrum og lokalum fyritøkum, fingu øll, sum vóru akiv, ella sum eygleiddu, kensluna av, hvussu stóran týdning fótbólturin og ÍF hava, og hvussu vit øll í felag kunnu hava tað stuttligt og hugna okkum, hóast viy eru so ymisk, og eginleikarnir eru ymiskir.
Tiltakið varð skipað á tann hátt, at venjarar og EFFO-leikarar vóru leiðarar á vøllinum og leiddu luttakararnar ígjøgnum dagin har dentur varð lagdur á undirhald, at arbeiða í toymum, førleikar og spenning. Aftaná blivu øll, luttakarar, hjálparfólk og leiðarar boðin til smyrjibreyð, frukt og kaku í ÍF-hsinum, har børnini fingu autografar á fótbóltskortini, sum tey samla uppá av EFFO-leikarunum.
Hetta var ein sera væl eydnaður dagur, og eingin ivi er um, at ”Fótbóltur fyri øll” er eitt gott tiltak, sum savnar leikarar, familjur og felagið.
Myndir frá tiltakinum í Fuglafirði:
Frágreiðing frá Víkingi
20. september skipaði Víkingur fyri tiltaki í ítróttarhøllini á Kambsdali, har 260 børn og 32 vaksin luttóku. Endamálið var, at fáa øll tilvitaðið um margfeldni í Víkingi og harvið tað virksemið, ið felagið hevur í nærumhvørvinum.
MYNDIR / Fótbóltur fyri øll á Kambsdali (Víkingur)
Frágreiðing frá B36 og HB
Mikudagin 14. september skipaðu HB og B36 í felag fyri tiltakið í Gundadali undir heitinum “Fótbóltur fyri øll 2016”.
Við at samantvinna “Fótbóltur fyri øll”-tiltøkini hjá feløgunum, var møguleiki hjá børnum í báðum feløgunum at sparka saman. Børnini kunnu tí læra, at hóast man er “fíggindar” á
vøllinum, so ber til at vera vinir.
Tiltakið var ætlað børnum í aldurinum frá 0 til 12 ár, og teirra foreldrum, systkjum, ommum og abbum, umframt at øll áhugaði sjálvandi vóru vælkomin.
Til at fyriskipa tiltakið vóru 12 hjálparfólk – seks frá hvørjum felag.
Veðrið í Gundadali hendan dagin var av tí allar besta, og tí fingu tey umleið 200 vitjandi ein
sera góðan fótbóltsdag.
Meðan børnini (og nøkur foreldur) hugnaði sær á vøllinum, bjóðaði feløgini kaffi og kakur til foreldrini.