Malta skal hava trý stig, meðan Føroyar hava nokk við javnleiki fyri at vinna bólkin. Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett liðið til dystin móti maltesum

——————

Stórur spenningur er undan avgerandi dystinum í bólki D1 í UEFA Nations League, sum verður á Ta’ Qali National Stadium á Malta í kvøld, har maltesar taka ímóti Føroyum.

Bæði Malta og Froyar hava nevniliga møguleikan at vinna bólkin, og harvið flyta upp á deild C í næstu UEFA Nations League kapping.

Føroyska liðið kom til Malta sunnunáttina, og síðan hava tvær venjingar verið á skránni. Seinnapartin sunnudagin varð vant á venjingarvøllinum beint uttanfyri tjóðarleikvøllin, og á middegi mánadagin vandi føroyski hópurin á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.

Håkan Ericson og Eli Hentze hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Lettlandi, sum endaði 1-1. Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður hesaferð, og verður tí ikki við, og harafturat er Rógvi Baldvinsson farin út á bonkin.

Inn eru komnir Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen, ið báðir koma at hava ein týðandi leiklut á føroyska miðvøllinum. Og so verður tað Gunnar Vatnhamar, ið avloysir Sonna Ragnar í miðverjuni.

Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Brandur Olsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, meðan fremstir vera Meinhard Olsen og Klæmint Andrasson Olsen.

Eykaspælarar: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Bartal Wardum, Dan í Soylu, Heðin Hansen og Hilmar Leon Jakobsen.

UEFA Nations League dysturin millum Malta og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð á Malta. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð.

Myndir frá venjing á Ta’ Qali National Stadium dagin fyri dyst – Fotografur: Hans Erik Danielsen