Tað endaði við trimum teprum ósigrum hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum síðstu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Tirana í Albania

——————

– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitini, tí vit ætlaðu okkum at vinna. Men samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá spælarunum, og vónandi hava teir tikið okkurt við sær í persónligu menningini.

Tað sigur Fróði Benjaminsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania.

Umframt Føroyar og Albania, vóru Moldova og Aserbadjan eisini við í kappingini, sum endaði sunnudagin.

Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og eftir fyrra hálvleik í fyrsta dystinum, sum var ímóti Aserbadjan, vóru Føroyar á odda 2-0. Málskjúttar vóru Bogi á Reynatrøð og Aron Benjaminsen.

Men eftir steðgin sótu aserbadjanar á tí allar mesta, og serliga síðstu tíggju minuttirnar skrædnaði. Úrslitið gjørdist 4-2 til Aserbadjan.

Ímóti Moldova vóru okkara dreingir eisini væl við, men tá dómarin floytaði av, stóð 3-1 til Moldova á máltalvuni. Føroyska málið gjørdi Sjúrður Henriksen, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki minkaði um munin til 2-1.

Síðsti dysturin í kappingini, sum var ímóti Albania líktist nógv hinum báðum. Føroyska liðið var væl við, men í avgerandi løtum eru okkara ikki nóg neyvir, og enn einaferð stóðu vit eftir við ongum.

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla fingu Føroyar brotsspark, sum liðskiparin, Aron Benjaminsen setti trygt í netið. Men nærri komu okkara ikki, og dysturin endaði 3-1 til Albania.

Úrslit
Aserbadjan – Føroyar 4-2
Albania – Moldova 3-0
Føroyar – Moldova 1-3
Albania – Aserbadjan 1-0
Føroyar – Albania 1-3
Moldova – Aserbadjan 3-2

– Um vit síggja burtur frá úrslitunum, so er allíkavæl heilt sikkurt nógv, ið vit allir hava lært, og sum vit kunnu taka við okkum til komandi uppgávur, sum vera í august og í november, sigur Fróði Benjaminsen at enda úr Tirana í Albania.

Í august mánað skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum til NM í Finnlandi, og í november er EM-undankapping í Kroatia á skránni.

Bogi á Reynatrøð og Aron Benjaminsen gjørdu málini móti Aserbadjan. Og tá Føroyar fingu brotsspark í dystinum móti Albania, var Aron settur at skjótt, og ungi skálamaðurin var tryggur úr ellivu metrum – Mynd: Fróði Clementsen

Sjúrður Henriksen skoraði føroyska málið ímóti Moldova – Mynd: Fróði Clementsen