Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í NM-kappingini í Svøríki. Mótstøðuliðið var USA, sum vann 2-0
Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum týsdagin spældi fyrsta dystin í árligu NM-kappingini, sum í ár verður spæld í Svøríki.
Mótstøðuliðið var USA, ið er við sum gestaland, og úrslitið gjørdist 2-0 til amerikumenninar. Føroyska liðið var annars væl við, og sum heild var talan um ein javnan dyst. Í steðginum stóð á jøvnum 0-0, men í seinna hálvleiki var amerikanska liðið neyvari og skoraði tvey mál.
Næsti dystur hjá Føroyum verður spældur mikudagin, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Svøríki, sum í sínum fyrsta dysti vann 3-0 á Íslandi.
Føroyska liðið ímóti USA:
1. Bárður á Reynatrøð, 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Aron Knudsen, 4. Petur í Túni Petersen, 5. Mikal á Reynatrøð, 6. Svein Knút Magnussen, 7. Hannes Agnarsson, 8. Mórits Heini Mortensen, 10. Arnbjørn Svennsson, 15. Lukas Grenaa Giessing og 17. Fróði Pætursson.
Í seinna hálvleiki komu hesir á vøllin:
9. Hans Jákup Annfinnsson, 11. Niklas Kruse, 13. Aksel Danielsen, 14. Albert Theis Nielsen, 16. Magnus Holm Jacobsen og 18. Kristian Michelsen.
Eykamálverjin, Rói Mørk Hentze kom ikki á vøllin.
Myndir: Niklas á Líðarenda