Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í NM-kappingini í Svøríki. Úrslitið gjørdist 4-0 til svensku vertirnar
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM-kappingini, hevur fingið eina heldur keðiliga byrjan uppá kappingina.

Týsdagin taptu okkara 2-0 fyri USA, og í næsta dystinum hjá føroyska liðnum gjørdist úrslitið 4-0 til Svøríki.

Hóast tað á máltalvuni gjørdist stórur munur á liðunum, so var aftur hesaferð talan um ein javnan dyst, og leingi leikaði javnt á. Ikki fyrr enn seinastu tríggjar minuttirnar varð dysturin avgjørdur, tá tað eydnaðist svium at skora trý mál og harvið vinna 4-0.

Hósdagin er frídagur, meðan seinasta umfar í bólkaspælinum verður spælt fríggjadagin. Tá skulu okkara dreingir royna seg ímóti Íslandi.

Føroyar:
12. Rói Mørk Hentze, 4. Petur í Túni Petersen, 5. Mikal á Reynatrøð, 6. Svein Knút Magnussen, 8. Mórits Heini Mortensen, 9. Hans Jákup Annfinnsson, 10. Arnbjørn Svennsson, 11. Niklas Kruse, 14. Albert Theis Nielsen, 16. Magnus Holm Jacobsen og 17. Fróði P. Rasmussen.

Eykaleikarar:
1. Bárður á Reynatrøð, 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Aron Knudsen, 7. Hannes Argnarsson, 13. Aksel Danielsen, 15. Lukas Grenaa Giessing og 18. Kristian Michelsen.

Myndir: Niklas á Líðarenda