Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti 2-1 fyri Danmark í fyrsta dystinum í árligu NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í vestur Jútlandi. Føroyska málið gjørdi Lisa Haraldsen
——————
Týsdagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum fyrsta dystin í árligu NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í Danmark.
Kappingin hesaferð verður skipað nakað øðrvísi enn vanligt. Finnland og Noreg hava givið avboð, meðan Danmark luttekur við tveimum liðum – einum eldri, mannað við spælarum, føddar í 2005, og einum yngri, mannað við spælarum, føddar í 2006 – og Holland er við sum gestaland.
Okkara gentur løgdu fyri ímóti yngra liðnum hjá dønum, og úrslitið á Ribe Stadion gjørdist 2-1 til vertirnar, eftir 0-0 í hálvleikinum. Føroyska malið gjørdi Lisa Haraldsen, tá hon tíggju minuttir eftir steðgin javnaði til 1-1.
Fríggjadagin fara U17-genturnar á vøllin aftur, og tá verður mótstøðuliðið Holland, sum í sínum fyrsta dysti vann 4-0 á eldra liðnum hjá Danmark.