Føroysku U17-genturnar megnaðu at spæla javnleik 0-0 ímóti Danmark, tá seinasta umfar í NM-kappingini var á skránni mánadagin. Dysturin skuldi tó avgerast við brotsspørkum, og tá vunnu Føroyar 4-3

——————

Føroyska U17-landsliðið við gentum reisti seg av álvara, tá seinasta umfar í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í vestur Jútlandi, varð spælt mánadagin.

Úrslitið í síðsta dystinum gjørdist javnleikur 0-0 ímóti Danmark, sum tær annars taptu tepurt fyri í fyrsta umfari.

Donsku genturnar vóru omaná í spæli og málmøguleikum, men okkara gentur stríddust væl og stóðu stinnar á vøllin, og tað eina stigið til Føroyar var tí fult uppiborið.

Reglurnar í NM-kappingini eru annars tær, at tá dystir enda við javnleiki, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vístu føroysku genturnar veruliga styrki, og vunnu 4-3.

Næst á skránni hjá U17-gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Slovakia í november mánað.