Tað sá leingi út til at dysturin millum Ísland og Føroyar fór at enda við javnleiki 1-1. Men tá vanliga leiktíðin og eykatíðin var farin, skoraðu íslendingar til 2-1

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum var bara eitt sekund, frá at fáa javnleik móti Íslandi í fyrsta dystinum í Norðurlandsmeistarakappingini, sum er í Føroyum hesum døgum. Føroyar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum, men í yvirtíðini – av tíðini sum dómarin legði afturat – skoraði Ísland til 2-1.

 

– Hetta er ótrúliga keðiligt. Spælararnir gera alt tað vit avtalaðu, og eitt sindur afturat. Eg skal viðurkenna, at vit eru undir trýsti og íslandska liðið er betri, og teir eru nokk eisini komnir eitt sindur longri í menningini.

 

– Men til seinast kenna vit okkum eitt sindur rændar, tí tíðin er farin, sum dómarin hevur lagt afturat, sigur Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Ísland var leikliga omaná í fyrra hálvleiki og tvær ferðir raktu teir stongina. Fyrru ferð eftir innlegg, og seinnu ferð upp á brotsspark. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki floytaði dómarin fyri brotssparki til Føroyar, eftir at Mikkjal Hellisá varð hálaður um koll. Gulak Andrias Jacobsen umsetti tryggur úr ellivu metrum.

 

Gestirnir javnaðu stutt eftir hálvleikssteðgin, tá føroyska verjan ikki fekk ruddað burtur. Kristall Máni Ingason kom at standa púra leysur og javnaði. Ísland trýsti ein part av seinna hálvleiki, men sum tíðin gekk kom føroyska liðið fyri seg.

 

Tað sá út til, at vit fóru at fáa ein javnleiki, tá tíðin, sum dómarin hevði lagt afturat, var farin. Men í 84. minuttir eydnaðist Jón Gísli E. Gíslason at prika bóltin í málið, eftir at Ísland hevði fingið fríspark uttanfyri brotsteigin. Sostatt vann Ísland dystin 2-1.

 

Í hinum dystinum í bólki B vann Noreg 1-0 á Kina. Í bólki A vann Svøríki 2-0 á Norðurírlandi, meðan Danmark og Finnland spældu málleysan javnleik. Endar við javnleiki, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, sum hevur til endamáls at skilja liðini, um tey eru ájavnt innanhýsis á stigatalvuni. Brotssparkskappingina vann Finnland 4-1.

 

Ísland – Føroyar 2-1 (0-1)

0-1 Gulak Andrias Jacobsen, 40’+1 (br.)

1-1 Kristall Máni Ingason, 43’

2-1 Jón Gísli E. Gíslason, 80’+4

 

Týsdagin 7. august fara U17-dreingirnir á vøllin aftur, og tá verður spælt soleiðis:

Kl. 12:00 Danmark – Norðurírland á Ovara vølli (B1)

Kl. 12:00 Ísland – Kina á Tórsvølli (B2)

Kl. 15:00 Svøríki – Finnland á Tórsvølli (B1)

Kl. 18:00 Noreg – Føroyar á Tórsvølli (B2)