Á fundi seinasta týsdag vórðu smávegis broytingar framdar, tá nevndirnar í FSF blivu mannaðar av nýggjum. Fríðin Ziskason er nú formaður í Landsliðsnevndini
Forseti og starvsnevnd vórðu afturvald, tá Fótbóltssamband Føroya hevði árliga aðalfundin leygardagin 23. februar. Hetta var samstundis 34. aðalfundur í røðini, síðani felagsskapurin varð stovnaður 13. januar í 1979.

Einki mótvalevni var til forseta- ella nevndarsessirnar, og tískil heldur leiðslan í Fótbóltssambandi Føroya óbroytt fram komandi tvey árini.

Broytingar í Landsliðsnevndini
Á starvsnevndarfundi týsdagin vórðu ymisku nevndirnar valdar av nýggjum, og smávegis broytingar eru farnar fram í onkrum av nevndunum.

Í Landsliðsnevndini er Fríðin Ziskason nú formaður, meðan Jákup Martin Joensen og Heðin D. Poulsen avloysa Róin Schrøter og Jógvan Páll Joensen.

Malena Josephsen er nýggj í Kvinnunevndini, har hon avloysir Halltóru Joensen, og nýggjur í Grassrootsnevndini er Jógvan Páll Joensen.

Nevndirnar í Fótbóltssambandi Føroya eru mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin
Christian F. Andreasen
Róin Schrøter
Fríðin Ziskason

Kappingarnevndin
Jákup Martin Joensen
Jógvan Páll Joensen
Trygvi Mortensen

Ungdómsnevndin
Jógvan Páll Joensen
Trygvi Mortensen
Karl Vidtfeldt

Kvinnunevndin
Fríðin Ziskason
Jákup Martin Joensen
Malena Josephsen
Liljan av Fløtum
Hanna Olsen

Landsliðsnevndin
Fríðin Ziskason
Jákup Martin Joensen
Heðin D. Poulsen

Lógarnevndin
Heðin D. Poulsen
Róin Schrøter
Petur Even Djurhuus

Útbúgvingar- og menningarnevndin
Trygvi Mortensen
Jógvan Páll Joensen
Rúni Heinesen

Grassrootsnevndin
Róin Schrøter
Jákup Martin Joensen
Jógvan Páll Joensen
Niclas Davidsen

Dómaranevndin
Fríðin Ziskason
Heðin D. Poulsen
Niklas á Líðarenda

Hattricknevndin
Heðin D. Poulsen
Rúni Abrahamsen
Rúni Heinesen