Í døgunum 4. til 13. apríl skipar FSF fyri tveimum impulsskeiðum, við heitunum “Fegin børn megna mest” og “Gleði, bóltur og spæl”. Skeiðini eru serliga ætlaði námsfrøðingum, lærarum og venjarum í fótbólti, hondbólti, flogbólti og øðrum bóltspølum
Frá mánadegnum 4. apríl og fram til 13. apríl skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tveimum impulsskeiðum, ella Stuttskeiðum, sum vit velja at kalla tað á føroyskum, kring alt landið.

Fegin børn megna mest
Fyrra stuttskeiðið eitur "Fegin børn megna mest", og er um gleði, eldhuga, motivatión og rørslu hjá børnum. Hetta skeiðið er serliga ætlað námsfrøðingum og lærarum, men onnur eru eisini vælkomin.

Gleði, eldhugi og motivatión eru oftast grundleggjandi fyritreytir og orsøkir til at børn røra seg.

Eldhugi er ein góð fyritreyt fyri læring. Eru eldhugi og motivatión til staðar, er lættari at megna tær mongu avbjóðingar, sum lívið bjóðar. Við gleðini í miðdeplinum verður arbeitt við grundleggjandi hugsanunum og virðunum, sum eru galdandi, tá talan er um ítrótt, spæl og rørslu í barnagarði, skúla, familjuni og frítíðini.

Skeiðið er fyri námsfrøðingar og lærarar. Hugsanin við hesum er at skapa fyritreytir fyri eini felags fatan og sama máli, tá ræður um rørslu hjá børnum og ungum. Skeiðið er praktiskt, og lagt verður upp til, at luttakararnir eru virknir. Eitt skeið í hálvan annan tíma, har vit gera tað, vit siga!

Skráin:

Dato

Staður

Klokkan

Mánadagin 4. apríl

Ítróttarhøllin á Giljanesi

12:30-15:00

Týsdagin 5. apríl

Ítróttarhøllin á Eiði

12:30-15:00

Mikudagin 6. apríl

Ítróttarhøllin í Trongisvági

12:30-15:00

Hósdagin 7. apríl

Ítróttarhøllin Inni í Dal á Sandi

12:30-15:00

Mánadagin 11. apríl

Ítróttarhøllin á Hálsi, Tórshavn

12:30-15:00

Týsdagin 12. apríl

Ítróttarhøllin í Runavík

12:30-15:00

Mikudagin 13. apríl

Badmintonhøllin í Klaksvík

12:30-15:00

Gleði, bóltur og spæl
Seinna stuttskeiðið nevnist "Gleði, bóltur og spæl", og er um at brúka "bóltin", tá umræður.

Við gleðini í miðdeplinum verður arbeitt við grundleggjandi hugsanunum og virðunum, ið eru galdandi, tá talan er um ítrótt, spæl og rørslu á leikvøllinum.

Støði verður tikið í tilfarinum “Bingo bold” og “Brug bolden”. Eitt tilfar sum gevur hugskot um spøl, sum í sjálvum sær eru motiverandi, og sum eru løtt at venja. Eitt sett við 30 kortum, ella tilsamans 90 venjingum, sum luttakararnir kunnu ogna sær fyri 200 kr.

Bóltspøl eiga at innihalda flestu lutir í lívinum – tað at fáa avbjóðingar, at royna seg, at læra, at fegnast, at harmast, at vinna, at tapa, at eydnast og at brúka “bóltin”, tá umræður.

Skeiðið er fyri barna- og ungdómsvenjarar í fótbólti, men er avgjørt eisini viðkomandi fyri venjarar í hondbólti, flogbólti og øðrum bóltspølum. Skeiðið er praktiskt, og lagt verður upp til, at luttakararnir eru virknir. Eisini eitt skeið, ið varðar í hálvan annan tíma, og har vit gera tað, vit lova!

Skráin:

Dato

Staður

Klokkan

Mánadagin 4. apríl

Ítróttarhøllin á Giljanesi

16:00-18:30

Týsdagin 5. apríl

Ítróttarhøllin á Eiði

16:00-18:30

Mikudagin 6. apríl

Ítróttarhøllin í Trongisvági

16:00-18:30

Hósdagin 7. apríl

Ítróttarhøllin Inni í Dal á Sandi

16:00-18:30

Mánadagin 11. apríl

Ítróttarhøllin á Hálsi, Tórshavn

16:00-18:30

Týsdagin 12. apríl

Ítróttarhøllin í Runavík

16:00-18:30

Mikudagin 13. apríl

Badmintonhøllin í Klaksvík

16:00-18:30

Instruktørur/undirvísari
Instruktørur á skeiðunum verður Max Rasmussen, ið er fyrrverandi DGI og DBU instruktørur. Í 80- og 90’unum var Max Rasmussen instruktørur á ymiskum venjaraskeiðum hjá FSF, og síðani aldarskiftið hevur Max verið instruktørur á fleiri skeiðum fyri námsfrøðingum og lærarum.

Max Rasmussen er ímyndin av opinleika, gleði, eldhuga og rørslu, og ikki minst evnar hann at motivera og seta viðkomandi spurningar – spurningar, ið samantvinna tað kropsliga, sálarliga og vituga (intelektuella).

Tey, ið eru áhugaði í hesum skeiðum, verða biðin um at útfylla tilmeldingarskjalið, og senda tað til [email protected]. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 16. mars 2016.

Øll skeiðini eru ÓKEYPIS.

Tilmeldingarskjal (Fegin børn megna mest)

Tilmeldingarskjal (Gleði, bóltur og spæl)