Tað eydnaðist føroyska A-landsliðnum við monnum at spæla javnleik 1-1 móti Malta. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar vunnu bólk D1, og skulu í næstu UEFA Nations League kapping spæla í deild C

——————

Javnleikur var nokk til at vinna bólkin, og frøðin á føroysku spælarunum, venjarunum og hjálparfólkunum kring liðið var ikki til at taka feil av, tá estiski dómarin floytaði av. Úrslitið hevði við sær, at Føroyar endaðu á 1. plássi í bólkinum við 12 stigum, trý meir enn Malta, sum gjørdist nummar 2 við 9 stigum.

Dysturin á Ta’ Qali National Stadium í Malta var spennandi, tí fyri bæði liðini stóð nógv upp á spæl. Vunnu maltesar t.d. 1-0, so yvirhálaðu teir Føroyar á stigatalvuni. Tað var tí ikki so løgi, at heimamenninir stórfegnaðust, tá Matthew Guillaumier legði Malta á odda stutt eftir steðgin.

Men føroyska liðið reistist skjótt aftur, og tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla var aftur javnt á máltalvuni. Við góðari sending spældi Gilli Sørensen Sølva Vatnhamar leysan, leirvíkingurin legði síðan bóltin fyri føturnar á Ára Mohr Jónsson, sum javnaði til 1-1. Eitt gott og sera týdningarmikið mál fyri Føroyar.

Tað, sum eftir var av dystinum, var mestsum eitt langt trýst á føroyska málið, men enn einaferð stóðu verjan og Teitur Gestson væl. Fleiri mál komu ikki, og málið hjá Hakan Ericson, Eli Hentze og føroyska landsliðnum var rokkið.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Lettland 5-0 á útivølli móti Andorra. Endaliga støðan í bólki D1 gjørdist, at Føroyar fingu 12 stig, Malta 9, Lettland 7, meðan Andorra endaði aftast við tveimum stigum.

Myndir: Hans Erik Danielsen