Rógvi Baldvinsson gjørdi einsamalla málið, tá føroyska landsliðið týskvøldið vann 1-0 ímóti Malta. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar yvirhála Malta á stigatalvuni

Lagið var gott á spælarum, venjarum og føroysku áskoðarunum, tá spanski dómarin á Tórsvølli týskvøldið, José Maria Sánchez floytaði fyri seinastu ferð. Føroyska landsliðið hevði vunnið 1-0 ímóti Malta. Málskjútti var Rógvi Baldvinsson.

 

Sum heild var talan um ein uppibornan sigur til Føroyar, sum meginpartin av dystinum var spælstýrandi.

 

Einsamalla málið kom tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla. Brandur Hendriksson Olsen sendi horna væl inn fyri, og inni í brotssteiginum var Rógvi Baldvinsson hægstur. Føroyski miðverjin, ið hevur sína dagligu gongd í norska felagnum Bryne FK, setti pannuna á, og so var 1-0 til Føroyar, og fjórða landsliðsmálið hjá Rógva var veruleiki.

 

Seinastu løtuna royndi Malta at trýsta, men verjan, við Atla Gregersen á odda, stóð væl, og maltesar komu sum so ikki til nakrar veruligar málmøguleikar.

 

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar yvirhála Malta á stigatalvuni. Bæði londini hava 3 stig, men av tí at Føroyar fingu eitt mál á útivølli, tá Malta í mars mánað vann 2-1, eru Føroyar betri innanhýsis.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska landsliðnum verður í november, tá seinastu dystirnir í hesari undankappingini eru á skránni. 15. november spæla Norra og Føroyar á Ullevaal Stadion í Oslo, og tríggjar dagar seinni, 18. november spæla Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkholmi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Bjarni Enghamar