EM-undankappingardysturin millum Ungarn og Føroyar endaði við teprum 2-1 sigri til ungarar. Føroyska liðið var væl við allan dystin, og ímóti endanum trýstu okkara av álvara fyri at fáa útjavnandi málið
– Allir vístu ein framúr innsats, men aftur hesaferð eru vit ov stuttir. Ungarar stýra dystinum, men eg haldi, at vit eru væl við. Í avgerandi løtum eru vit tó ikki nóg neyvir, og so standa vit enn einaferð við ongum. Skuffandi! Soleiðis segði føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, eftir 2-1 tapið fyri Ungarn hóskvøldið.

Tað vóru annars Føroyar, ið komu á odda, tá tólv minuttir vóru spældir. Jóan Símun Edmundsson legði bóltin fyri føturnar á Róaldi Jakobsen, ið hegnisliga sneiddi ein ungara av, áðrenn hann við einum góðum og vælplaseraðum skoti skoraði til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Beinanvegin eftir steðgin legði Ungarn eitt høgt trýst á føroyska liðið, og hetta gav eisini úrslit tá góður tími var spældur. Ungarn javnaði í 63. minutti, og átta minuttir seinni gjørdist støðan 2-1 til ungarar. Í báðum føri var Daniel Bøde málskjútti fyri Ungarn.

Seinastu løtuni royndi føroyska liðið at trýsta, men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir.

Næsti dystur hjá Føroyum verður sunnudagin 11. oktober, tá Rumenia vitjar á Tórsvølli.

MYNDIR