Føroyska A-landsliðið tapti tepurt á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki í Finnlandi. Úrslitið gjørdist 1-0 til finnar
Tað gjørdist til eitt tepurt føroyskt tap, tá Finnland og Føroyar fóru á søguríka Olympiska Leikvøllinum í Helsinki.

Úrslitið gjørdist 1-0 til finnar, sum skoraðu einsamalla málið tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Málskjútti var Joel Pohjanpalo.

Sum heild spældi føroyska liðið væl, og um meir hepni var við okkara spælarum, kundu vit havt fingið okkurt mál. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, ella fór bólturin dygst framvið finska málinum.

Næsta uppgáva hjá A-landsliðnum er um eina mánað, hósdagin 8. oktober, tá okkara menn skulu til Budapest, har Ungarn tekur ímóti.

Myndir