Klaksvíksdreingir fóru avstað við Blaðberasteypinum, meðan Eilif Arge steypið endaði á Skála

——————

KÍ er steypavinnari í kappingini fyri Dreingir U17. Hetta gjørdist greitt á Tórsvølli tíðliga seinnapartin sunnudagin, tá klaksvíksdreingir vunnu 1-0 á HB.

Talan var um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar. Men tá ellivu minuttir vóru eftir at spæla gjørdist Silas Gaard leysur, og hann setti bóltin trygt í netið.

Seinastu løtuna royndi HB at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Heilt vandamikið gjørdist tað kortini ongantíð, og heldur var KÍ nærri at økja um leiðsluna.

Málið hjá Silasi bleiv tað einasta í dystinum, og tískil stór frøi á venjaranum, Agnari Prestá og hansara dreingjum tá Blaðberasteypið varð lyft.

Tað, sum ikki riggaði hjá HB í finaluni um Blaðberasteypið, riggaði heldur ikki, tá U15-genturnar hjá teimum reyðu-svørtu fóru á vøllin at dystast við Skála um Eilif Arge steypið.

Aftur var talan um ein javnan dyst, har tað heldur var HB, ið hevði størstu málmøguleikarnar. Meir enn ta einu ferðina raktu HB-genturnar træverkið, ella fekk málverjin hjá Skála, Katarina Berg Mikkelsen vart fyri.

Avgerin fall tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Sólja Ernstsdóttir tók sakina í egnar hendur tá hon streyk avstað, og við góðum skoti uttavert brotsteigin langaði hon bóltin í málið.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Skála, sum harvið vann Eilif Arge steypið 2020.

Myndir: Blaðberasteypið / KÍ – HB 1-0

Myndir: Eilif Arge steypið / Skála – HB 1-0

Fotografur: Bjarni Enghamar