Rói Vilhelm gjørdi bæði málini fyri AB, tá argjadreingir fríggjakvøldið vunnu 2-1 á B36 í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið
——————
Í góðveðrinum á Tórsvølli fríggjakvøldið eydnaðist tað AB at vinna 2-1 á B36 í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingin hjá U21.
Sum heild var dysturin javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fekk AB hol á. Málskjútti var Rói Vilhelm.
Leiðslan hjá argjadreingjunum helt sær til 38. minutt. Rani í Soylu var hægstur eftir horna, og inni á linjuni – ella nakað innanfyri linjuna – royndu tveir AB’arar at fáa bóltin burtur. Men linjuverjin metti at bólturin var innanfyri, og so var 1-1 á Tórsvølli.
Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Trygt verjuspæl frá báðum pørtum, ið samstundis hevði við sær, at fáir málmøguleikar vórðu skaptir.
Dysturin bleiv kortini avgjørdur tá trettan minuttir vóru eftir at spæla. Aftur var tað Rói Vilhelm, ið var upp á spæl, tá hann var fyrstur á bóltinum eftir innlegg úr høgru, og so var AB aftur á sigurskós.
Síðstu løtuna royndi B36 at trýsta, og ta einu ferðina var nær við. Eydnan var tó ikki við teimum hvítu, og fyri fyrstu ferð hevur Argja Bóltfelag vunnið steypakappingina fyri U21.
Myndir: Álvur Haraldsen