Aftur í ár varð skipað fyri UEFA Grassroots-week kring alt Europa. Eins og undanfarin ár vóru tað fleiri feløg sum skipaðu fyri ymiskum tiltøkum við heitinum “FÓTBÓLTUR FYRI ØLL”, har fokus fyrst og fremst er á gleðina við hesum fantastiska spæli og at fótbóltur er fyri øll

Í døgunum 23. til 30. septembar var árliga UEFA Grassroots-week á skránni. Umframt tiltøk sum HB, B36, KÍ, Víkingur og ÍSB skipaðu fyri, skipaði Fótbóltssamband Føroya eisini fyri tveimum tiltøkum, sum vóru á Tórsvølli og á Svangaskarði.

 

Fyrsta tiltakið var hósdagin 28. september, har tað í samstarvið við ÍSB bleiv skipað fyri kapping á Tórsvølli í “Sameindum fótbólti”. Tað er Páll Mohr Joensen, sum er ein av stigtakarunum til hetta átak, ið verður kalla “sameindur fótbóltur”, har endamálið er at hjálpa børnum, sum hava serligar avbjóðingar og geva teimum møguleikan at spæla fótbólt undir skipaðum umstøðum.

 

Til sjálvan dagin møttu umleið 35 ágrýtnir fótbóltsspælarar úr øllum landinum, sum stuttleikaðu sær óført. Tiltakið vardi í hálvan annan tíma. Byrja var við felags upphiting, og síðan bleiv deilt í seks lið, so ein kapping kundi verða spæld. Nakrir næmingar úr Eysturskúlanum tóku eisini lut, og harafturat vóru fýra av Føroya bestu dómarum eisini við. Teir stýrdu kappingini væl, og syrgdu fyri, at alt fór rætt fram.

 

Myndir (Sameindur fótbóltur)

 

Seinna tiltakið í Grassrootsvikuni var fríggjadagin 29. september, tá Fótbóltssamband Føroya bjóðað frítíðarskúlum runt alt landið til ein fótbóltsdag á Tórsvølli og á Svangaskarði. Á Tórsvølli vóru umleið 120 børn samlaði, og á Svangaskrið vóru umleið 60 børn – á báðum støðum saman við teimum námsfrøðingum og hjálparfólki, ið dagliga taka sær av børnunum í frítíðarskúlunum. Øll hugnaðu sær óført – sum myndirnar eisini vísa.

 

Myndir (Frítíðarskúlar á Tórsvølli)

Myndir (Frítíðarskúlar á Svangaskarði)

 

 

Sum nevnt, so vóru eisini nøkur feløg, ið skipaðu fyri tiltøkum, í samband við Grassrootsvikuna. Niðanfyri er frágreiðing um tey tiltøk, ið vóru, umframt myndir frá degnum.

 

 

Frágreiðing frá Víkingi

Týsdagin 6. juni frá klokkan 18 til 21 skipaði Víkingur fyri tveimum tiltøkum, sum vóru á vøllinum í Sarpugerði, og inni í Víkingahúsinum.

 

Málbólkurin til tiltakið vóru Víkingar og Eysturbúgvar í øllum aldrum, tó var innihaldi hugsa til glað børn. Endamálið var at fáa øll tilvitaðið um margfeldni í Víkingi og harvið tað funksjón, ið felagið hevur í nærumhvørvinum. Umleið 330 børn, ung og vaksin, saman við 30 venjarum/leiðarum, luttóku.

 

Tiltakið varð skipað á 8 støðum við ymiskum spølum

1. Kapping um at skjóta fyri at raka stongina á málinum.

2. Hoppa lasting og Limbo.

3. “Trillibøru-kapping”.

4. Straffispark við EFFO-leikarum í mál.

5. Ketupikk, har samstarv er avgerðandi fyri úrslitið.

6. Kasta sandposar í spann. Tvey lið við líka nógvum posum, skuldu

vita hvør var fyrst at fáa allar posarnar í spannina.

7. Polo uppá tvey mál.

8. Spældu grís.

 

Fokus var á at spølini vórðu av slíkum slag, at øll kundu luttaka. Síðani undirhildu Rógvi Dam og Sasho inni í Víkingahúsinum.

 

Grassrootsdagurin hjá Víkingi endaði við at øll fingu pitsa og kringlu frá Bowling.

 

Myndir frá tiltakinum

 

 

Frágreiðing frá HB og B36

Mikudagin 27. september frá 16:30 til 18:00 skipaðu HB og B36 fyri felags Grassroots-tiltaki, undir heitinum “Fótbóltur fyri øll 2017”.

 

Við at samtvinna Fótbóltur fyri øll tiltøkini hjá feløgunum, var møguleiki hjá børnum í báðum feløgunum at sparka saman. Børnini kunnu tí læra, at hóast tey eru “fíggindar” á vøllinum, so ber væl til at vera vinir.

 

Tiltakið var ætlað børn í aldrinum 0 til 12 ár, og fyri teirra foreldur, systkin og ommum og abbum, men øll áhugaði vóru sjálvandi vælkomin.

 

Tólv hjálparfólk, seks frá hvørjum felagi, stóðu fyri fyriskipanini av tiltakinum, sum var í Gundadali. Á vøllinum varð skipað fyri ymiskum fótbólstiltøkum, her undir driblibana, brotssparkskapping, dyst við mega bóltum og so sjálvandi eisini bara vanligum fótbóltsdysti.

 

Roynt var at blanda aldursbólkur og kyn, og eisini at fáa foreldrini at luttaka. Veðrið var hampuligt í Gundadali hendan dagin, og tí fingu tey umleið 120 vitjandi ein góðan fótbóltsdag.

 

Meðan børnini hugnaði sær á vøllinum, bjóðaðu feløgini kaffi og kakur til foreldrini.

 

Myndir frá tiltakinum

 

 

Frágreiðing frá 07 Vestur

Tiltakið hjá 07 Vestur var mikudagin 4. oktober 2017 klokkan 16 til 18 á vøllinum í Sørvági. Málbólkurin var barna og ungdómsleikarar í felagnum. Luttakara talið var 22 børn.

 

Venjarar til tiltakið vóru Jens Erik Rasmussen og Hegga Samuelsen.

 

Tiltakið var skipað soleiðis, at vit høvdu eina vanliga venjing við upphiting við bólti fyrst. Børnini vórðu deild upp í tríggjar bólkar, har ein bólkur slapp at royna seg við ymiskum smáspølum, næsti  bólkurin spældi dyst, meðan triðji bólkurin hevði skotvenjing. Eftir 20 minuttir bleiv býtt um.

 

Seinasti hálvi tímin varð brúktur til at spæla dyst. Aftaná fingu børnini frugt og saft inni í 07 Vestur-húsinum, og foreldur fingu kaffi.

 

Myndir frá tiltakinum

 

 

Frágreiðing frá Klaksvíkar Ítróttarfelag, KÍ

Fríggjadagin 29. september skipaði KÍ fyri sínum árliga Grassroots-tiltaki, “Fótbóltur fyri øll í Djúpumýru”. Endamálið við tiltakinum er at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt.

 

Tað var bæði vindur og regn tá tiltakið byrjaði, men tó bleiv veðrið betri sum fráleið, og hóast veðrið var heldur illsligt fyrstu løtuna, møttu umleið 120 børn í øllum aldri. Skipað var síðani fyri felags upphiting við Gudmundi á odda, og eftir tað blivu børnini býtt upp í aldursbólkar.

 

Vøllurin bleiv deildur upp í 12 økir, við ymiskum spølum við bólti og uttan bólt. Tey skiftu økið hvørjar 6 minuttir. Børnini hugnaðu sær óført saman við venjararum, hjálparfólki og foreldrum, Eisini setti vallarspeakarin, Kristian Joensen, sín dám á tiltakið, við sínum eyðkendu rópum og tónleiki.

 

Tá umleið hálvannar tími var farin, varð bjóða grillaðar pylsur, breyð og saft.

 

Ein góður dagur, har øll hugnaðu sær, og KÍ vil senda eina hjartams tøkk til øll tey, ið gjørdu tiltakið møguligt.

 

Myndir frá tiltakinum í Klaksvík kunnu síggjast her:

Fótbóltur fyri øll (1) / www.ki.fo

Fótbóltur fyri øll (2) / www.ki.fo