Tað endaði við 3-1 sigri til heimaliðið á Ernst-Happel stadion í Wien. Sonni Ragnar Nattestad gjørdi føroyska málið, tá hann í 19. minutti legði Føroyar á odda, og fyrstu løtuna hevði føroyska liðið yvirtakið

——————

Føroyska A-landsliðið við monnum kom væl frá byrjan í HM-undankappingardystinum á útivølli moti Eysturríki, og fyrstu løtuna sótu okkara á tí mesta. Tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, at Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á odda í 19. minutti.

Jóan Símun Edmundsson sendi horna væl innfyri úr høgru, og inni í brotsteiginum var hávaksni miðvingurin hægstur og skallaði bóltin í netið.

Men tá avtornaði vann heimaliðið á Ernst-Happel stadion ein tryggan 3-1 sigur, sum eisini var støðan í steðginum. Málini hjá Eysturríki gjørdu Aleksandar Dragovic, Christoph Baumgartner og Sasa Kalajdzic.

Eysturríkar fluttu bóltin væl ímillum sín, og spældu seg eisini til nakrar góðar støður, sum i trimum førum tíverri endaði við máli. Føroyska verjan stóð annars væl, og í málinum hevði Gunnar Nielsen fleiri góðar bjargingar.

Komandi mikudag skal A-landsliðið við monnum aftur í eldin, tá útidysturin móti Skotlandi er á skránni. Í hinum báðum dystunum í okkara bólki, sum er bólkur F, vann Danmark heili 8-0 á heimavølli móti Moldova, og í Ísrael endaði við javnleiki 1-1 millum Ísrael og Skotland.

Myndir: Hans Erik Danielsen