Árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF var á skránni farna vikuskiftið. Tilsamans 402 børn luttóku á teimum trimum skúlunum, sum vórðu hildnir í Havn, á Toftum og í Vági
– Fótbóltsskúlarnir í ár eydnaðust framúr væl. Veðrið var gott, alt var sera væl fyriskipað, og børnini sóu út til at vera nøgd og glað. Og eisini ordiliga deiligt, at Fótbóltsskúlin hesaferð eisini var í Vági, sigur samskiparin, Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Farna vikuskiftið varð árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF á skránni. Skúlin bleiv skipaður í samstarvi við HB og B68, og fyri fyrstu fer í nógv ár, var FC Suðuroy eisini við í samstarvinum.
Tilsamans 402 børn luttóku á ársins Fótbóltsskúlum. 194 í Havn, 150 á Toftum, og 58 í Vági.
Myndir: Tórshavn
Myndir: Toftir
Myndir: Vágur