Í gjár vóru mótstøðuliðini hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum við gentum í EM undankappingunum komandi ár funnin við lutakasti


U17 landsliðið við gentum skal spæla EM undankapping móti Norðurírlandi, Ísrael og Luksemburg. Kappingin verður spæld í Ísrael í døgunum 10. – 16. mars 2022.

U19 landsliðið kom eisini í undankappingarbólk saman við Norðurírlandi, og harumframt eru Malta og Azerbadjan eisini í sama bólki. U19 genturnar spæla sínar dystir í døgunum 6. – 12. apríl 2022, og vertirnir fyri kappingini verða funnir við lutakasti í komandi viku.