Hóast kvinnurnar stríddust sum úlvur á skóg allan dystin, so var norðurírska mótstøðuliðið greitt omaná


Tað var eitt væl upplagt norðurírskt lið, sum vitjaði á Tórsvølli í kvøld.

Gestirnir løgdu føroyska liðið undir trýst frá fyrsta bríksli, og skjótt var greitt, at dysturin fyri tað mesta skuldi spælast á føroysku hálvuni.

Føroysku kvinnurnar stóðu væl ímóti fyrstu løtuna og avvístu stútt og støðugt eitt norðurírskt álop fyri og annað eftir.

Men so – eftir 18 minuttir – gekk tað heldur ikki longur. Við trimum málum uppá átta minuttir og einum afturat fyri hálvleik, avgjørdu norðurírsku kvinnurnar dystin í seinnu helvt av fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur var snøggari sæð við føroyskum eygum, bæði á vøllinum og á máltalvuni. Eftir knappan tíma skoraði Norðurírland til 0-5, og hetta sá leingi út til at gerast einasta málið í seinna hálvleiki.

Trýstið á føroyska málið var knapt so støðugt sum í fyrra hálvleiki, og føroysku kvinnurnar megnaðu í størri mun at halda uppá bóltin í løtum av seinna hálvleiki.

Norðurírar fingu tó seinasta orðið, tá Simone Magill stutt fyri leiklok setti punktum við málinum til 0-6.

Niðanfyri síggjast myndir frá dystinum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.