STEYPAFINALURNAR 2017: Fyrsti dysturin í steypafinaluvikuskiftinum fyri gentur og kvinnur verður spældur í kvøld, tá U17-genturnar hjá B68 og EB/Streymi fara á Tórsvøll at dystast um Mótasteypið

– EB/Streymur hevur í nógv ár verið eitt steypalið, og vit í hópinum hjá U17 við gentum eru sera errin av at umboða EB/Streym í ár. Í fjør vunnu U14-genturnar hjá okkum steypakappingina, og tað er mestsum allar tær somu, ið nú umboða U17-liðið, sigur Óli Eidesgaard, venjari.

 

Klokkan 19:00 í kvøld verður finalan um Mótasteypið spæld á Tórsvølli. Liðini í finaluni eru B68 og EB/Streymur, og um hugt verður eftir stigatalvuni í landskappingini, har toftagentur eru nummar 1 við 40 stigum, meðan sundalagsgentur eru á 6. plássi við 19 stig, verður B68 mett sum ein lítil favorittur. Men í einari finalu kann alt henda.

 

Innanhýsis dystirnar millum hesi lið í ár hava annars verið javnir. Í fyrsta umfari vann B68 1-0 við Margáir, meðan tað í 13. umfari endaði 2-0 til heimaliðið á Toftum. Vegurin í finaluna hevur eisini kravst sítt av báðum liðum. Millum annað vórðu báðar fjórðingsfinalurnar avgjørdar við brotssparkskapping. EB/Streymur vann 4-3 á HB, og B68 vann 8-7 ímóti KÍ.

 

Í hálvfinalunum stóð eisini nógv á. Toftagentur spældu ímóti Víkingi, og tá var eisini neyðugt við brotssparkskapping, sum B68 vann 6-4. EB/Streymur spældi ímóti MB, og við 1-0 sigri megnaðu sundalagsgentur at tryggja sær pláss í finaluni.

 

– Tær trúgva upp á sigur, og teirra evni, treiskni og vilji til at halda áfram er tað, sum í endanum gevur úrslit. Vónandi eru áskoðarar eins spentir og spælararnir og koma við á Tórsvøll. Tað er stuttligari og betri at spæla, tá áskoðararnir eru við, sigur venjarin hjá B68, Egil G. Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Finalan um Mótasteypið verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 8. september klokkan 19:00. Dómari verður Heini Viðoy, meðan Jógvan Breckmann og Jákup L. Stenberg vera hjálpardómarar.

 

FSF fer at stroyma allar finalurnar á www.fsf-livestream.com og www.fsf.fo

 

U17-genturnar hjá EB/Streymi