Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið fer á venjingarlegu í Malta um ein mánað
——————
Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, fer A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta frá 19. til 27. februar.
Og umframt venjingar, skulu føroysku kvinnurnar eisini spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta mikudagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania leygardagin 25. februar.
Móti Malta er avspark kl. 17.00, meðan avspark móti Albania er kl. 13.00.
Hvørji mótstøðulondini verða í EM-undankappingini, verður avgjørt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.