John Petersen, landsliðsvenjari, tók fyrr í vikuni hópin út til dystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi


A-landsliðið hjá kvinnum hevur tveir dystir á heimavølli fyri framman, og John Petersen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir Monu Rasmusdóttir úr ÍVB. Mona legst afturat hópinum, sum harvið telur 23 leikarar.

Mona Rasmusdóttir hevur spælt 10 dystir á U19 landsliðnum og níggju dystir á U17 landsliðnum. Hetta er hennara fyrsta úttøka til A-landsliðið.

Føroyar spæla fríggjadagin 18. september móti Norðurírlandi og týsdagin 22. september móti Hvítarusslandi. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli og byrja kl.17.00.